Lesiátak um summarið gevur góð úrslit

 skjalasavn Tíðindi

Nógvir lærarar sanna, at næmingar klára seg verri í lesiroyndum aftaná summarferiuna samanborið við áðrenn. Ein skúli í Noregi hevur skipað eitt lesiátak, sum skal byrgja upp fyri hesum.

At lesimenningin hjá næmingum er fyri afturstigi tvørtur um summarfrítíðina er ein avbjóðing, sum er væl kend; hetta er eisini eitt væl skjalprógvað fyribrigdi í gransking í USA og Evropa. Tað verður nevnt «Summer Reading Loss». Kanningar í USA benda á, at tey, sum eru illa fyri í lesing, kunnu missa tað, sum svarar til tríggjar mánaðir í lesimenning tær vikurnar, sum summarfrítíðin varir. Góðir lesarar missa færri lesiførleikar tvørtur um summarið, og tí verður munurin millum veiku og sterku lesararnar størri og størri fyri hvørt ár. Átak í Noregi hevur tó lagt upp fyri hesum; endamálið við átakinum, www.sommerles.no er at byrgja upp fyri gongdini, at førleikarnir hjá næmingum at lesa vikna so nógv í summarferiuni.

Hvat er Sommerles.no? 

Sommerles.no er eitt talgilt summarlesiátak, sum fólkabókasøvnini í Noregi skipa fyri. Átakið byrjar 1. juni á hvørjum ári og endar 31. august. Átakið var ment í 2014 av bókasøvnunum, Vestfoldbiblioteka og Vestfold fylkesbibliotek. Endamálið er at fáa so nógv børn sum til ber at lesa so nógv sum til ber í summarferiuni. Við at nýta ymiskt, sum børn kenna aftur úr telduspølum og gjøgnum slagorðini: ”Lesiførleikar gjøgnum lesigleði”, er Sommerles.no vorðið eitt væl umtókt summarítriv. Meiri enn 105.000 børn tóku lut í Sommerles.no í fjør, og 45 prosent vóru dreingir.

Møreforsking Molde hevur kannað 138 børn í fjórða, fimta og sætta flokki í Hareid kommunu, sum hava tikið lut í átakinum. Kanningin vísir, at hesi børnini missa nógv færri lesiførleikar í summarferiuni, samanborið við børn, sum ikki tóku lut í átakinum. Tí verður mett, at Sommerles.no er eitt sera gagnligt átak í barnaskúlunum í Noregi.

Norska kanningin samsvarar væl við eina kanning í USA frá 2010, sum eitur Fiore & Roman. Henda kanningin er gjørd av lesiátøkum, ið fólkabókasøvn hava stílað fyri. Niðurstøðan í hesi kanningini var, at børn, sum lósu meiri enn seks bøkur í summarferiuni, ikki vóru fyri afturstigi í lesing, meðan børn, sum lósu minni, kláraðu seg verri í lesikanningum. Fiore og Roman vísa á, at øllum børnum tørvar lesivegleiðara, og at hetta vanliga er uppgávan hjá lærarum ella foreldrum. Fiore og Roman halda, at leikluturin hjá lesivegleiðaranum væl kann flytast yvir til bókavørðin, og hetta er upplagt um summarið, tá ið lærarar ikki eru til arbeiðis.

Gransking í samstarvi millum skúla og bókasavn

Eftir áheitan frá Landsbókasavninum í Noregi og Sommerles.no er Møreforsking Molde og Høgskulen í Volda farin undir gransking í samstarvinum millum skúla og bókasøvn um Sommerles.no. Dátutilfarið er frá meiri enn 105.000 børnum, sum hava tikið lut í Sommerles.no í 2018; 1997 teirra eru foreldur, 221 bókavørðir og 227 lærarar.

Arbeiðið at greina dátutilfarið er ikki liðugt enn, men fyribils úrslit vísa, at nógv er at vinna við at bøta um samstarvið millum skúla og bókasavn. Her síggja vit, at skúlar og lærarar, sum í samstarvi við bókasøvn brúka tíð áðrenn summarferiuna at kunna næmingar um Sommerles.no, fáa fleiri børn taka lut í átakinum. Bæði skúlastjórar og lærarar siga, at tað skal í grundini lítið til at gera ein stóran mun, tí eftir at børnini eru skrásett at luttaka í átakinum, taka bókasøvnini yvir. Børnini læna bøkur og lesa tær, skráseta tað, sum tey hava lisið og savna stig á heimasíðuni Sommerles.no. Teir 105.000 luttakararnir í Sommerles.no summarið 2018 vóru 26% av børnunum í 1.–7. flokki í teimum kommununum, sum tóku lut í lesiátakinum.

Serliga gagnligt fyri børn, sum hava avbjóðingar at lesa

Nógvir lærarar vísa á, at Sommerles.no eigur at savna seg um børn, sum hava avbjóðingar at lesa. Kunning til foreldur, sum hava annað móðurmál, er sera týdningarmikil. Í 2018 tóku 6753 børn, sum tosa annað mál enn norskt heima, í lesiátakinum.

Kelda: www.moreforsk.no