At lesa hart – við eygum, oyrum, hondum og fingrum

 skjalasavn Tíðindi

Skulu námsfrøðingar lesa úr eini vanligari pappírsbók, ella skulu teir lesa úr eini teldutøkari bók, tá ið teir lesa fyri børnunum í barnagarðinum? Svarið er, tað veldst um, hvør ætlanin er við lesingini.

Um onkur tosar um at lesa hart fyri børnunum í einum barnagarði, munnu flestu síggja fyri sær, at lisið verður úr eini myndabók. At eitt ella fleiri børn sita við einum vaksnum og hyggja at stavum og myndum á síðunum ella kanska á bakinum á bókini. Meðan børn og vaksin lesa, práta tey saman um tað, sum hendir á myndunum, um tað, sum kann fara at henda, ella hvat hendingarnar minna tey á.

Tað eru fleiri góðar orsøkir at lesa fyri børnunum í barnagørðunum. Lesingin gevur børnunum upplivingar og royndir, sum eru støðið undir spæli og samrøðum. Meðan lisið verður hoyrir og sær barnið eitt mál, sum er torgreiddari enn gerandismálið; hetta málið kunnu børnini taka við sær í spælið.

Meðan lisið verður hoyrir og sær barnið eitt mál, sum er torgreiddari enn gerandismálið; hetta málið kunnu børnini taka við sær í spælið.

Tað at lesa hart fyri einum barni, snýr seg einfalt um at gera myndir og stavir livandi. Tað eru eyguni, sum leita eftir síðunum; tað eru oyruni, sum hoyra orðini og tónalagið, og tað eru tær kognitivu prosessirnar í heilanum, sum seta alt saman. Tí kann hugsast, at lesing mest snýr seg um sjónar- og hoyrnarsansin. Men nýggj gransking vísir, at eisini kroppurin og fingrarnir eiga stóran lut í lesingini.

Hendur og fingrar verða brúkt at skapa uppmerksemi; vit leita aftur og fram á eini síðu við fingrunum, vit peika á smálutir, meðan vit lesa, og vit duka við hondunum, tá ið okkurt umráðandi er á skránni. Nógvir námsfrøðingar munnu kenna seg aftur, tá ið sagt verður, at tað at lesa hart er ikki bara fyri oyru og eygu, men eisini fyri hendur og fingrar.

Fysisku eginleikarnir

Bøkur hava fysiskar eginleikar, sum royndi lesarin tekur fyri givið. Við at lesa nógvar ymsar bøkur fyri barninum, lærir tað hvønn vegin vit lesa, og at søgur eru ‘pakkaðar inn’ í bøkur, sum hava eina permu, eina framsíðu og eina baksíðu. Søgan verður verandi inni í bókini, og barnið kann sjálvt fara eftir søguni seinni, og tað er sama søga, sum er í bókini. Bókin er tí støðug ella permanent í mun til teldilin og aðra tøkni, sum vinnur fram.

Júst teir eginleikarnir, sum eru í nýggju tøknini, og ikki minst teir fysisku eginleikarnir, sum tøknin hevur, eru áhugaverdir. Hetta fer at ávirka samspælið millum sansirnar – sjón, hoyrn, fínmotorik og annað.

Líkamikið um vit tosa um gamla siðbundna tøkni, sum bókin er, ella nýggju tøknini við teldu, telefonum og teldlum, so hava øll hesi eitt markamót mótvegis brúkaranum, og hetta markamót ávirkar, hvussu vit brúka tøknina. Ein bók hevur eina permu, sum týðiliga sigur okkum um eina byrjan og ein enda, og sum harafturat við myndum log stavum sigur okkum nakað um tað, sum bókin snýr seg um.

Í mun til bøkur, so eru stavirnir og myndirnar á einum teldli ikki so varandi. Orð og stavir eru komandi og farandi og eru burtur, tá ið tólið er sløkt. Hinvegin kunnu vit broyta stavir, og myndir broytast og flytast við einum klikki. Tá ið barnið peikar á myndina av einum hundi í eini bók, hendir einki. Men ger barnið tað sama í eini teldu, so kann hundurin goyggja ella láta við halanum, ella at eitt frásøgufólk sigur ‘hundur’ ella ‘dog’. Tá ið hin vaksni letur fingurin leita eftir longu dustsúgvaraslanguni, sum í bókini um Mumitrøllini strekkir seg eftir tveimum síðum, hendir einki í bókini. Men er tað í telduni, so sæst knappliga eitt mumitrøll inni í slanguni. Slíkar animatiónir geva fantastiskar møguleikar at ríka søguna og frásøgnina, men tað kann eisini órógva og gera, at ansurin fer burtur frá søguni. Tí er niðurstøðan tann, at rørslurnar, eitt nú fingrarnir, sum leita eftir síðuni, hava fingið ein annan leiklut í nýggju tøknini. Har kunnu rørslurnar beinleiðis broyta myndina ella søguna, og tí kann lesingin enda sum ein jagstran eftir tí, sum kann broytast.

Slíkar animatiónir geva fantastiskar møguleikar at ríka søguna og frásøgnina, men tað kann eisini órógva og gera, at ansurin fer burtur frá søguni.

Tí skal námsfrøðingurin hugsa um endamálið við lesingini, um tað skal vera bók ella teldil. Er endamálið samrøðulesing, so er ikki vist, at teldilin er besta amboðið, men er endamálið hinvegin at vekja áhugan hjá einum barni, sum vísir lítlan áhga fyri bókum og tí at lesa hart, so kann teldilin vera eitt gott og mennandi amboð.

Kelda: Lesesenteret.no