Tilfar um lesing, lesivanar og góð lesiráð

 skjalasavn Tíðindi

Í farnu viku komu út bókamerki og plakat við góðum ráðum um lesing og tað góðu samrøðuna. Hetta er partur av tilfarinum, sum toymi handan síðuna málmenning.fo hevur latið gjørt.

Í fjør komu eisini seks faldarar, nevndir Les saman, sum eru faldarar við góðum ráðum um hvussu tú lesur saman við barni tínum og dømi um bøkur, sum eru hóskandi til aldurbólkin.

Teir seks faldararnir vóru til aldurin 0-1 ár, 1-2 ár, 3-4 ár, 5-7 ár, 7-10 ár og so til tey eldri enn 10 ár. Faldararnir kunnu takast niður her.

Í fjør kom eisini út Lesivanakanningin, sum var kanning av lesivanunum, hjá næmingum i 4., 6. og 9. flokkunum í landinum. Lesivanakanningin kann lesast her á síðuni.

2018 var av Mentámálaráðnum sett sum árið fyri Málmenning og flestu tiltøkini, sum eru nevnd her á síðuni eru stuðlað av hesi stuðulsjáttanini hjá ráðnum, men umframt MMR, so hava hesi eisini stuðlað: Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Føroya Pedagogfelag, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Býarbókasavnið í Havn.

Leinki:

Lesivanakanningin: https://www.malmenning.fo/kanning-av-lesivanum/

Faldarar: https://www.malmenning.fo/faldarar/