Gott at lesa fyri teimum minstu
Tað er sagt og skriva nakrar ferðir, eisini á hesi síðuni, at lesur tú fyri børnunum, so eru tey betri fyri í lesing, tá ið tey koma í skúla. Hetta er enn einaferð staðfest av granskarum. Men tað eru ikki einastu fyrimunir av at lesa, siga granskararnir
Hjá fleiri børnum endar dagurin við, at annað foreldrið lesur eina søgu fyri barninum áðrenn tað leggur seg. Hetta er ein hugnalig løta, ið nógv børn og foreldur hava saman, men umframt hugnan so styrkir tað eisini málfatanina og áhugin fyri bókini hjálpir eisini børnunum væl á leiðini at læra at lesa.
Ein nýggj kanning frá Ohio State University vísir, at fimm ára gomul børn, ið foreldrini hava lisið eina bók fyri hvørt kvøld, hava í miðal hoyrt 290.000 fleiri orð enn børnini sum ikki varð lisið fyri. Tað at hava hoyrt orðini gevur børnunum gott støðið at standa á, tá ið tey skulu læra at lesa og hetta hjálpir teimum, tá ið tey byrja í skúlanum.
– Tað er gott fyri børnini, at tað verður lisið fyri teimum, tí tá hoyra tey um ein heim, sum tey ikki kenna. Tey læra eina rúgvu um ymiskt, sum tey ikki kenna úr teirra gerandisdegi. Sjónarringurin verður víðari, men tey fáa eisini vitan um orðini og málið. Tá ið tey byrja í skúlanum, er tað eyðsæð ein stór avbjóðing at læra stavraðið og at læra lesa, tað er sjálvsagt, at tað hjálpir teimum at hava hoyrt orðini fyrr. Tey kenna orðini aftur, um tey hava hoyrt tey fyrr, og tey vita hvussu tey skulu úttalast. Tað styrkir um sjálvsálitið og tey fáa eina kenslu av at tey duga at lesa, sigur Lene Storgaard Brok, sum er leiðari á Nationalt Videncenter for Læsning í Danmark.
Nina Christensen, sum er professari á Aarhus Universiteti og sum granskar í barnabókmentum heldur, at tað at lesa fyri børnunum eisini hevur aðra gagnliga ávirkan á børnini..
– Børnini fáa eina fatan av bókini sum miðli. Hjá teimum allarminstu eru tað tey heilt einføldu tingini, sum td. at tú ikki bítur í eina bók, hvussu tú heldur í henni og at tú ikki skal skræða bløðini úr henni, sigur Nina Christensen.
Tey fáa eisini skil á hvat skaldskapur er og hvussu gongdin í eini søgu er, at tað er ein byrjan, ein miðja og ein endi. At fyrst hendir okkurt og so okkurt afturat og at í eini frásøgn eru persónar, sum gera ymiskt saman.
Kanningar vísa, at børnini í triðja og fjórða flokki í Danmark lesa minni enn í øðrum londum, og tað eru syrgilig tíðindi, heldur Nina Christensen.
Til hetta er at leggja afturat, at Lesivanakanningin, sum var gjørd á heysti 2018, vísti at føroysk børn lesa uppaftur minni enn tey donsku. Bólkurin, sum hevur gjørt Lesivanakanningina, handaði í januar Mentamálaráðnum eitt upprit við 12 átøkum, sum skulu eggja okkum at lesa meiri.
Kelda: Kristeligt Dagblad