Tak orðið við tær
Tá ið næmingar í 4. flokki eru orð-detektivar, flyta teir seg munandi fakliga
Hvat ger ein 10 ára gamal næmingur, tá ið hann lesur ein tekst og renir seg í orð, sum hann ikki kennir? Loypur hann tað um? Ella verður hann forvitin og tægar orðið sundur og roynir at gita seg fram til, hvat tað kann merkja út frá innihaldinum í restini av tekstinum? Hvørja strategi barnið velur hevur stóran týdning fyri evnini hjá tí at lesa og avkoda tekstir, bæði í teirri einstøku støðuni og sum heild. Og júst hetta er kjarnin í verkætlanini, ”Tak orðið við tær”, ið Depilin fyri lesigransking á Keypmannahavnar Universiteti hevur ment í samstarvi við lærarar og næmingar í 4. flokki í øllum skúlunum í Høje-Taastrup í Danmark. Verkætlanin er sett saman av eini eftirútbúgving, ið er ætlað lærarum, sum undirvísa í donskum, umframt einum skeiði á 28 tímar, sum lærarar skulu hava saman við næmingum sínum.
Lesarar, sum fara lættliga um, skoyta tvørtur um orð, teir ikki skilja
Tað er Tina Rønberg Nielsen, námsfrøðiligur ráðgevi fyri mál og lesing í Høje-Taastrup Kommunu, ið hevur tikið stig til verkætlanina saman við trimum granskarum og lesivegleiðaranum í skúlunum. ”Áðrenn vit fóru í gongd, var avbjóðingin tann, at nógv børn leypa um garðin, har hann er lægstur, tá ið tey lesa. Tað vil siga, at tey skoyta tvørtur um orð í tekstinum, sum tey ikki skilja, og tí skilja tey ikki tekstin til fulnar. Tey høvdu ov fáar ella veikar lesistrategiir,” sigur hon.
Henda avbjóðingin er ikki bara ein trupulleiki, tá ið danskt er á tímatalvuni. ”Um næmingurin ikki er komin rættiliga á lagið í lesing í miðdeildini, eru tað nógv viðurskifti, sum ikki eru komin upp á pláss. Lesing er jú amboðið í øllum lærugreinum. So tá ið vit lyfta børnini í lesing, so lyfta vit tey samstundis í hinum lærugreinunum eisini,” greiðir Tina Rønberg Nielsen frá.
Lyklar til at lirka orðini upp við
Høvuðsendamálið við verkætlanini, ”Tak orðið við tær”, er, at næmingarnir skulu duga betur at lesa. Eyðkennið fyri ein, sum dugir væl at lesa, er, at viðkomandi eru tilvitaðir um, hvussu hann lesur, sigur Anne-Mette Veber, lesigranskari, sum arbeiðir á Vitanardeplinum fyri lesing. Saman við Holger Juul, lektara, og Hanne Trebbien Daugaard, post.doc., frá Deplinum fyri lesigransking, hevur hon ment ”Tak orðið við tær”.
”Ein góður lesari leggur til merkis, tá ið fatanin av tekstinum dettur sundir, um tað til dømis eru lyklaorð í tekstinum, sum hann ikki skilur. Góði lesarin fer beint í holt við at finna út av tí og royna at umvæla tað, sum er dottið sundur í fatanini. Men fyri nógvar næmingar er tað ein stór uppgáva. Nógvir næmingar hugsa: ”Eg skilji hetta ikki, so eg leypi tað bara um.” Júst hesar næmingarnar vilja vit hava fatur á. Vit vilja geva teimum nakrar lyklar at lirka orðini upp við, so teir ikki leypa tey um,” sigur Anne-Mette Veber. Og tað er eydnast við er verkætlanini, ”Tak orðið við tær”.
Stórur munur hjá øllum næmingum
Úrtøkan hjá næmingunum er ikki til at fara skeiv av. Granskararnir hava kannað næmingarnar í teimum fimtan 4. flokkunum, sum taka lut í verkætlanini, og eftir skeiðið við teimum 28 tímunum. Síðan hava granskararnir borið saman við líknandi bólkar av næmingum, sum ikki hava fingið somu undirvísingargongd.
”Úrslitið av undirvísingini er púra greitt. Tað er eingin ivi um, at henda undirvísingargongdin hevur havt sera góð úrslit, eisini tvørtur um málsligu fortreytirnar hjá næmingunum,” sigur Anne-Mette Veber. ”Vit síggja, at næmingarnir hava flutt seg munandi í tí, teir hava fingið undirvísing í, og tað gleðiliga er, at vit síggja úrslit tvørtur um flokkar og eisini í flokkum, har 90 % av næmingunum eru tvímæltir,” sigur hon og greiðir frá, at nógv børn, sum hava annað móðurmál, kunnu hava lítið orðfeingi. ”Tað er sera umráðandi, at hesir næmingarnir fáa gagn av hesi undirvísingini, og tað hevur víst seg at eydnast.”
Ein lyklaverkætlan – í orðins rætta týdningi
Bettina Dybbro, sum er lærari og lesivegleiðari í Fløng Skúla, hevur við egnum eygum sæð, hvussu stóran mun henda verkætlanin hevur gjørt. Hetta er ein lyklaverkætlan í orðsins rætta týdningi, greiðir hon frá. ”Børnini hava kavað niður í tekstin; tey eru sloppin at blíva burtur í teksti yvir langa tíð, har tey eru sloppin at spæla við orð, og tað er nakað, sum nógv børn tíma. Tey halda, at tað er spennandi at tæga orð sundir og finna út av, hvat tey merkja. Og so síggja tey, at tey við eitt megna nakað sjálv, tá ið tey kunnu rokna seg fram til, hvat orð merkja,” sigur hon.
Lærararnir skulu arbeiða neyvt sambært endamálinum
Men hvat er tað so, sum børn og lærarar hava gjørt? Grundleggjandi er talan um tvey viðurskifti: Tey hava fyri tað fyrsta lært at bróta niður orð niður til tann minsta byggisteinin við merkingum – sonevndu morfem, tað er minsta merkingarberandi eind í máli. Og so hava tey hugt at innihaldinum í tekstinum fyri at fáa hugskot til at bróta koduna til tað eina óskiljandi orðið. ”Tað nýggja er, at vit arbeiða ógvuliga skipað við tveimum ymiskum strategium; kunnleiki til morfem og tað at gera samtekstagreining,” greiðir Bettina Dybbro og leggur afturat, at børnini læra, at tá ið tey møta ókendum orðum, so skulu tey hyggja at morfeminum. Hon nevnir orðið ”misálit” sum dømi.
”Vit læra børnini, at tey skulu lesa orðið frammanífrá og skilja tað aftanífrá. Orðið ”mis álit” er sett saman av tveimum morfemum: mis- og – álit. Tey hava lært, at byrjanarmorfemið ”mis” merkir ”ikki”. Tey kenna tað kanska frá misunna ella misteinkja. Og so er orðið ”álit” eftir, sum tey flestu vita, hvat merkir. So ”misálit” merkir ”ikki-álit.”
Undirvísingargongdin við 28 tímum, har ljós hevur verið varpað á morfem og samtekstagreining er skipað eftir neyvum leisti, sum lærarin skal fylgja út í odd og egg. Rúm er ikki fyri, at lærararnir royna seg fram, ásanna granskararnir.
”Lærararnir skulu fylgja tilfarinum út í odd og egg. Vit kunnu staðfesta, at vilja lærararnir hava, at næmingarnir duga betur at skilja tekstin, og at allir næmingarnir skulu flyta seg fram fakliga, so er neyðugt at fara ítøkiliga til verka og arbeiða sera skipað sambært tilfarinum. Vit byrja við teimum einføldu byggisteinunum, og síðan byggja vit omaná,” sigur Anne-Mette Veber. Alt tekur støði í, at lærararnir eru fyrimyndir fyri næmingarnar, so næmingarnir kunnu læra nýggju hættirnar við at síggja, hvussu lærarin brúkar teir í veruleikanum. Um tað stendur soleiðis í einum teksti: ”Tað var so nógvur larmur í biografinum, at eg mátti resignera og fara heim,” og ein næmingur spyr, hvat resignera merkir, so skal lærarin ikki bara svara ”at geva upp”.
”Um lærarin bara svarar, so verður tilgongdin at læra eitt afturlatið land fyri næmingin. Tí skal lærarin í staðin fyri taka næminganar við í tí hann ger, fyri at finna út av, hvat orðið merkir. Á henda hátt læra næmingarnir at finna fram til merkingina,” sigur Anne-Mette Veber.
Eftir afturmelding fra lærarum
Lærararnir hava sjálvir verið við til at menna undirvísingartilfarið. Teir hava eitt nú ítøkiliga verið við til at skipa so fyri, at meiri fjølbroytni er komið inn í undirvísingina enn tað, sum granskararnir høvdu hugsað í fyrsta umfari. ”Sum granskarar komu vit við alt ov nógvum tilfari, so tað hava vit fingið tillagað,” sigur Anne-Mette Veber.
Takkað verið lærarunum er nú rúm fyri at fara ígjøgnum tilfarið í einstøku tímunum. Og eini onnur viðurskifti gjørdust greið, tá ið lærararnir í Høje-Taastrup royndu undirvísingargongdina:
”Afturmeldingarnar frá lærarunum vístu, at tørvur er á størri fjølbroytni í undirvísingini, enn tað, sum vit løgdu upp til. Í staðin fyri bara at atbeiða í einum næmingahefti skulu næmingarnir eisini arbeiða sjálvstøðugt, saman við øðrum næmingi, í minni bólkum har hvør hevur sín leiklut og við felags virksemi í flokkinum. Hetta er didaktisk afturmelding, sum er komin frá lærarunum. Og tað er ógvuliga virðismikið, tí sum granskarar koma vit við eini rúgvu av vitan, men lærararnir vita eina rúgvu um, hvussu vitanin kann verða brúkt í undirvísingini. Tað er fakligheitin hjá lærarunum,” sigur Anne-Mette Veber.
Fýra børn kunnu væl tyggja sama orð
Í 4. flokkunum í Fløng Skúla eru næmingarnir vanir at arbeiða í bólki, og fýra næmingar kunnu saktans kanna eitt orð saman, sigur Bettina Dybbro, lærari. Fyrsti næmingurin lesur orðið upp fyri bólkinum. Annar næmingurin býtir orðið sundur og hoppar stavilsini. Triði næmingurin greiðir frá orðinum aftanífrá og roynir at gera ein setning við tí. Og fjórði næmingurin er til reiðar at hjálpa og stuðla hinum næmingunum. Til dømis. ”Tá ið børnini arbeiða á ymsan hátt í bólki, hava teir teknikkirnar undir húðini, tá ið teir brádliga sita einsamallir og hava ilt við at skilja eitt orð. Børnini venja aftur og aftur teknikkirnar í bólkinum, so at teir gerast tryggir í hesum mátanum at arbeiða uppá, tá ið teir skulu sita einsamallir og gera tað,” greiðir Bettina Dybbro, lærari og lesivegleiðari, frá.
Børnini kunnu brúka nýggju amboðini í øllum lærugreinum
Bettina Dybbro vísir á, at børnini læra strategiir, sum tey kunnu brúka í øðrum lærugreinum.
”Børnini læra ein hugsanarhátt, sum ger tey sjálvbjargin í øðrum lærugreinum eisini. Strategiin virkar, tá ið børnini møta einum ókendum orði í einum teksti í donskum, men hon virkar eisini, tá ið tey møta einum ókendum orði í teksti í náttúru og tøkni,” sigur Bettina Dybbro, sum droymir um at arbeiða við júst hesi dimensiónini.
”Sum vegleiðari havi eg varnast, at arbeiðið við tilfarinum hevur fest í ein eld í mær, tá ið talan er um lesing í lærugreinunum, tí spurningurin er, um vit kunnu førleikamenna lærararnar við støði í hesi sannroynd. Kunnu vit geva teimum somu amboð til at lata fakligar tekstir upp? Mín dreymur er, at tað verður arbeitt á henda hátt við hesi strategiini í einum læraratoymi í einum heilum árgangi í øllum lærugreinum,” sigur Bettina Dybbro.
Mín dreymur er, at tað verður arbeitt á henda hátt við hesi strategiini í einum læraratoymi í einum heilum árgangi í øllum lærugreinum
Ein síðuvinningur av hesi verkætlanini hevur verið fakligi felagsskapurin. ”Tað at vit eru felags um hetta. At vit eru fleiri lærarar í donskum og ein lesivegleiðari, um leggja til rættis og ráðleggja; tað hevur stórt virði. Vit geva frá okkum royndir og koma langt burtur frá at vera privatpraktiserandi lærarar. Vit hava fingið somu vitan, og tað sæst aftur, tá ið vit sita og leggja ætlanir saman hvønn dag. Tað hevur lyft stigið. Nú tosa við sama mál,” sigur Bettina Dybbro. Og tað hevur Tina Rønberg Nielsen, sum er ráðgevi sett av kommununi, eisini merkt týðiliga.
”Involvering er grundarsteinurin í allari læring – eisini hjá lærarunum. Tað er týðiligt, at tá ið lærararnir kenna ognarskap, og at teir eru við í tilgongdini, so verða teir eldhugaðir og motiveraður, og tað smittar á børnini og hevur stóra ávirkan á, um tað, vit gera, eydnast ella ikki,” sigur hon.
Evidensur og royndir í sama tilfari
Skeiðið hevur umframt Høje-Taastrup eisini verið í fimm øðrum kommunum, nevniliga Norddjurs, Tønder, Herlev og Hedensted. Afturmeldingarnar alla staðni eru, at næmingarnir gerast málsliga virknari og at teir taka meiri lut í undirvísingini.
”Tað er ein drúgv tilgongd at arbeiða við málsligu fatanini hjá næmingum, men nú hava vit tilfar, sum bæði byggir á evidens og royndir. Og hesi bæði viðurskifti ganga væl í hond. Tað er eydnast at umseta granskingarvitan til undirvísingargongdir. Tað er hetta tú droymir um, tá ið tú arbeiðir við gransking í lesing,” sigur Anne-Mette Veber, sum samskiftir við Høje-Taastrup Kommunu um at halda fram við samstarvinum í eini uppfylgjandi verkætlan.
Uppgávan hjá Tinu Rønberg Nielsen sum ráðgevi fyri kommununa hevur verið at samskipa verkætlanina tvørtur um skúlamark. Hon hevur umframt søkt um fígging til tilfar og vikarar til skúlarnar, og so hevur hon syrgt fyri, at nýggju amboðini verða eftirmett. Leikluturin hjá henni hevur havt stóran týdning fyri, at verkætlanin er eydnast so væl, halda granskarar og lesivegleiðarin á staðnum. ”Vit mugu ikki undirmeta, hvussu stóran týdning tað hevur, at Tina hevur verið partur av verkætlanini sum savnandi partur. Tað hevur havt stóran týdning, at hon hevur syrgt fyri, at verkætlanin ber til, soleiðis at einstaki lærarin ikki hevur verið noyddur at skula stríðast fyri at útvega tilfar, til dømis,” sigur Bettina Dybbro.
Allir skúlarnir í Høje-Taastrup hava arbeitt sambært verkætlanini ”Tak orðið við tær” skúlaárið 2018/2019, og teir miða ímóti at halda fram við henni.
”Í mínum hugaheimi eiga allir næmingarnir í 4. flokki at arbeiða sambært hesi verkætlanini. Úrslitini eru so greið, at tað eru allar góðar grundir at raðfesta hetta. Og eg veit, at eisini lærarar í framhaldsdeildini brúka tilfarið til næmingar sínar,” sigur Tina Rønberg Nielsen.
Kelda: apmollerfonde.dk