Bíðið við frílesing í yngstu flokkunum

 skjalasavn Tíðindi

Í Danmark hava nógvir skúlar sett lesibond í verk, onkur einstakur í Føroyum. Lesiband er átak at fremja lesingina hjá næminginum. Næmingurin situr og lesur innantanna fyri seg sjálvan. Men frílesing ella lesing, har hvør einstakur næmingur situr og lesur innantanna, setur stór krøv til bæði avkoding og ímyndingarevni. Tí eigur hetta ikki at setast í verk í teimum yngstu flokkunum, heldur Louise Rønberg frá lesivegleiðaraútbúgvingini á UCC.

Minnist til at lesa 20 minuttir um dagin hvønn dag! Soleiðis hava ráðini frá mongum vælmeintum lærara ljóðað í mong ár. Hetta eru góð ráð, bara ikki, tá ið talan er um yngstu næmingarnar, tí tá er vandi fyri, at vit fáa beint tað øvuta burtur úr annars góða átakinum.

– Tað er strævið at vera byrjunarlærari. Nógv orka verður brúkt til at avkoda flest orð. Tí eru 20 minuttir at lesa heima mangan alt ov nógv at krevja av einum næmingi í fyrsta flokki; teir kunnu rætt og slætt missa ondina. Sum ein góð tummilsregla er tað nóg mikið, at barnið lesur so nógvar minuttir heima, sum barnið er gamalt, tað vil siga umleið 7-8 minuttir. Megna børnini at lesa meiri og longri, skulu tey sjálvandi ikki steðgast.

Soleiðis sigur Louise Rønberg, sum er adjunktur og lærari á lesivegleiðaraútbúgvingini fyri grundskúlan á UCC. Tá ið hon verður biðin um at taka dagar ímillum, hvat virkar – og ikki virkar – soleiðis at yngstu næmingarnir gerast góðir lesarar, tekur hon støði í teirri umfatandi granskingini, sum er gjørd á økinum seinastu 30 árini, umframt nógvum royndum á økinum, eitt nú hennara egnu regluligu vitjanum á landsins skúlum.

– Børn skulu vita, at lesing gevur meining. Tey skulu ikki finna seg í, at tað tey lesa, er volapyk, sigur Louise Rønberg

Tá ið børn skulu menna sínar lesiførleikar, sum eru so avgerandi fyri, at tey kunnu ogna sær aðrar førleikar, mugu tey menna førleikarnar at lesa orð og lesifatan við at lesa nógvar tekstir. Tað er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað krevur venjing saman við øðrum.

Tey skulu ikki finna seg í, at tað tey lesa, er volapyk

– Eftir mínum tykki eigur ein næmingur, sum er í ferð við at læra at lesa, ikki at sita einsamallur og lesa. Børnini eiga í staðin at lesa hart fyri hvørjum øðrum saman við einum næmingum, sum er komin á lagið at lesa og hevur nakrar royndir. Tað er ein góður máti at stuðla barninum. Tá ið barnið lesur hart í staðin fyri innantanna, kann tað lurta og hoyra, hvussu tað lesur og tí eisini rætta seg sjálvt. Sjálvt tunnar lættlesingarbøkur, sum hava ljóðrøtt orð, kunnu verða ein avbjóðing fyri ein byrjanarlesara. Tí er umráðandi við stuðli frá einum betri lesar. Tey eiga at fáa vegleiðing alla tíðina, sigur Louise Rønberg.

So hvørt lesiførleikarnir verða mentir, fáa børnini hug og áræði at seta seg fyri seg sjálv at lesa innantanna. Kortini er tað umráðandi at minna tey á, at tað at lesa hart kann vera ein góður máti at hoyra, hvussu man lesur, eisini hvussu man lesur skeivt.

Sambært Louise Rønberg er tað sera umráðandi, at foreldur, sum hava børn, ið eru í ferð við at læra at lesa, at tey temja trongdina at rætta barnið. Tey eiga í staðin at hugsa: Bíða, stuðla og viðurkenn. Bíða og gev barninum møguleika at rætta seg sjálvt. Hendir tað ikki, stuðla so heldur við at geva hjálp til sjálvhjálp við eitt nú at siga: ”Hov, royn og hygg at hasum orðinum aftur. Gav tað meining? Ella: Royn at siga fyrsta ljóðið aftur, og les so orðið. Um barnið eftir nakrar royndir og vegleiðing ikki megnar at avkoda orðið, so gevur tað meining at ”forera” barninum orðið, so tað ikki endar í gitispæli og frustratiónum. Viðurkenn at barnið roynir, og so kann lesingin halda fram.

Foreldur kunnu á ymsan hátt motivera barnið at lesa hart heima. Ein háttur er kórlesing, har barnið fær stuðul við at lesa tekstin í kóri saman við einum vaksnum. Ein annar háttur er dukalesing, har barnið og ein vaksin skiftast um at lesa, og har barnið dukar í borðið, tá ið tað vil lesa. Hjá summum børnum er hetta ein stuttligur mát at lesa.

– Foreldur kunnu eisini brúka ein hátt, sum eg kalli bamsulesing; hetta er ein háttur hjá børnum at lesa, uttan at tey vaksnu blanda seg uppí. Tað er ikki altíð so hugaligt at lesa, meðan foreldur vaka yvir hvørjum orði. Børn kunnu tí í staðin lesa hart fyri bamsunum, kelidýrinum ella køliskápinum og fáa á henda hátt venjing við at lurta eftir, hvussu tey sjálv lesa. Eisini ber til at lesa við at taka tíð, tað økir um hugin at lesa hjá summum. Hetta verður gjørt við, at sami tekstur verður lisin aftur og aftur, og at tíð verður tikin. Flest børn gera stór framstig á henda hátt og fáa á henda hátt hug at gera enn fleiri framstig við at lesa meiri, sigur Louise Rønberg.

Í eini tíð, har børn verða undirdíkt við myndum og myndafrásøgnum frá tí tey eru heilt lítil, er tað umráðandi ikki at gloyma at styrkja ímyndingarevnini hjá børnum og evnini at ímynda sær tað, tey lesa. Skalt tú fáa væl burtur úr, krevur tað, at tú venur teg við at lurta og at gera tær myndir í høvdinum av tí, sum tú lesur um.

Um børn siga, at tað er keðiligt at lesa, er tað ein máti at siga, at teksturin ikki gevur meining. Fatanin av tí lisna kemur ikki altíð í kjalarvørrinum á góðari avkoding. Tað krevur, at tú aktivt hugsar um at fáa samanhang á tað, sum tú lesur, og tað eru ikki øll børn, sum hava nóg nógva venjing í tí við at lesa hart heima ella at tosa nógv við foreldur síni. Hetta kann vera ein forðing fyri at uppliva og skilja ein tekst, og tað kann ganga út yvir lesihugin.

Í byrjanini er tað serliga førleikarnir at avkoda og ikki ímyndingarevnini, sum seta mørk fyri, hvat tú sum lesari fært burtur úr at lesa ein tekst einsamallur. Tí er tað avgerandi, at tekstir, sum hava til endamáls at geva børnum venjing í lesing, geva teimum møguleikar at brúka spírandi førleikarnar at avkoda tekst. Líka so umráðandi er tað, at børn samstundis verða stimbrað í ímyndingarevnunum og orðfeinginum við at lurta og tosa um tekstir, sum eru á hægri torleikastigi enn teir tekstir, sum tey sjálv megna at lesa, sigur Louise Rønberg.

5 RÁÐ SUM KVEIKJA LESIHUGIN HJÁ YNGSTU LESARUNUM

1. ROYN Í STØRST MØGULIGAN MUN AT GERA LESINGINA TIL EINA GÓÐA UPPLIVING.

– Børn skulu hava kensluna av, at teir hættirnir, sum tey hava lært at brúka til at læra at lesa orð, rigga. Tí er tað eitt gott hugskot, at fyrstu tekstirnir, sum børn lesa fyri at venja, hava nógv ljóðrøtt og ljóðløtt orð.

2. LAT IKKI TEY YNGSTU LESA EINSAMØLL.

Lat børn í staðin lesa hart fyri hvørjum øðrum, fyri læraranum, fyri foreldrunum, fyri syskjunum ella bamsunum heima. Tað fremur evnini at avkoda orð og fyri at vita, um lesingin gevur meining.

3. STUÐLA BØRNUNUM Í AT META UM, UM EIN TEKSTUR ER HÓSKANDI Í TORLEIKASTIGI.

Fyri at meta um tað kunnu tit brúka fimmfingraregluna: Um tað eru fimm orð á eini síðu, sum barnið ikki megnar at lesa ella skilja, so er teksturin ov trupul.

4. STUÐLIÐ FORELDRUNUM AT HJÁLPA BØRNUM SÍNUM AT LESA.

Greiðið foreldrum frá ymsum háttum at hjálpa børnunum á glið í lesingini, og greiðið teimum frá strategiini: Bíðið, stuðlið og viðurkennið.

5. LES FYRI NÆMINGUM TÍNUM – BÆÐI TEIM YNGSTU OG TEIM ELSTU.

Tú kanst vera ein góð fyrimynd fyri næmingar tínar við at lesa fyri teimum og vísa teimum á góðar bøkur og bókaupplivingar. Tað kann vera ein góður máti at styrkja ímyndingarevnini hjá børnunum umframt orðfeingið. Tað er gott hugskot at lesa fyri smærri heldur enn størri bólkum, har tað er betri møguleiki at skifta orð um tað, sum verður lisið upp, um orð og søgugongd. Tað kann eisini vera ein fyrimunur fyri tey børn, sum hava ilt við at skapa egnar myndir í høvdinum.

Kelda: blivklog.dk